Um Okkum

um fyritøku
SEMO Bygging er ein smáfyritøka, ið heldur til í Leirvík á Føroyum, og verður rikin av roynda timburmanninum Sigfríður Olsen. Við meira enn 20 ára arbeiðsroyndum innan byggivinnuna, bæði í Føroyum og uttanlands, bjóðar SEMO Bygging eina álítandi og dygdargóða tænastu innan timbur- og handverk.
Fyritøkan arbeiðir við ymiskum byggiverkætlanum – frá nýbyggingum til umvælingar og viðlíkahald. Serkunnleikin fevnir m.a. um takarbeiði, trækonstruktiónir, betongarbeiði og annað byggiarbeiði. Við nærlagni og ábyrgd tekur SEMO Bygging sær av hvørjari verkætlan – stórari ella lítlari – við somu professionellu tilgongd.
Høvuðsendamálið hjá SEMO Bygging er at veita kundum eina tænastu, ið er bæði trygg, dygdargóð og gjørd við hjarta og hond.